Texas
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg | Skjøldur |
---|---|
![]() |
![]() |
![]() |
|
Land: | ![]() |
Alment mál: | Onki |
Høvuðsstaður: | Austin |
Størsta býur: | Houston |
Innlemmet: | 29. desember 1845 |
Guvernør: | Rick Perry (R) |
Vídd: | 678,051 km² |
Íbúgvar (2007): | 20 851 820 |
fyri km²: | 30.75/km² |
Tíðarzona: | UTC -7 / UTC -5 |
Heimasíða: | Texas.gov |
Texas er lutstatur í USA við 23 miljónum innbúgvum. Norðureftir liggur hann móti Oklahoma, í landnyrðingi móti Arkansas, eystri móti Louisiana og vestri móti New Mexico. Texas er næststørsti lutstaturin, bæði landafrøðiliga (næst eftir Alaska) og við innbúgvum (næst eftir Kalifornia). Austin er høvuðsstaður. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko, og í eitt tíðarskeið á næstan 10 ár sjálvstøðugt land (Lýðveldið Texas), áðrenn hann í 1845 fór uppí USA. Í Texas eru 254 fylki, sum er fleiri enn í nøkrum øðrum lutstat í Sambandsríki Amerika. Texas eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll og fruktagóðar fløtur. Veðurlagið í Texas skiftir við árstíðunum - kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.
[rætta] Søga
Í 1836 kunngjørdi Lýðveldið Texas, at tað nú hevði fullveldi frá Meksiko og var tá alt núverandi Texas og partar av lutstatunum New Mexico, Oklahoma, Kansas, Colorado og Wyoming. Í desembur 1845 endaði lýðveldið, og Texas bleiv 28. lutstatur í USA. Í 1870- og 1880’unum vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í 1900-talinum fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir Houston og Dallas vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.
Forsetin í USA, John F. Kennedy, varð tann 22. novembur 1963 skotin og doyði í Dallas, Texas.
Núverandi amerikanski forsetin George W. Bush var guvernørur í Texas í árunum 1994-2000.