Kyndilsmessa
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kyndilsmessa er 2. februar. Kyndilsmessa var upprunaliga ein Mariumessa til minnis um at Maria vitjaði í halgidóminum 40 dagar aftan á føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin eftir jóladag (tá jóladagur er íroknaður). Henni og Jesusbarninum til minnis og heiðurs vóru kertuljós og kyndlar tendrað í kirkjunum, og av tí kemur navnið missa candelarum. Orðið candela kemur úr latíni og merkir voksljós.