Franz Kafka
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Franz Kafka (1883 - 1924) var føddur og uppvaksin í Praha. Pápin var ein ríkur, kekkiskur keypmaður. Franz las løgfrøði, men so líðandi gjørdist tað honum ein ótolandi byrða at noyðast at vinna til lívsins uppihald við slíkum lítið avbjóðandi skrivstovuarbeiði. Hann segði tí upp og halgaði seg skrivingini burturav. Hann trúlovaðist nakrar ferðir, men gjørdist sjúkur av tuberklum og flutti á eitt sanatorium at búgva.
Kafka var sjúkliga kenslusamur, og hopleysu romansurnar hjá honum, eins væl og trupla sambandið við pápan, oyðiløgdu til endans heilsu hansara, og "hungursárini" í Berlin eftir 1918 vóru dropin. Hann doyði í 1924. Hóast um Kafka var kekki, skrivaði hann allar sínar bøkur á týskum. Sjey teirra vórðu útgivnar, meðan hann enn var á lívi. Hann skrivaði tríggjar skaldsøgur, sum allar komu út, eftir hann var deyður - "Der Prozess" kom út í 1925, "Das Schloss" í 1926 (óliðug) og "Amerika" í 1927.