Atom
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eitt atom er tann minsti parturin av einum frumevni. Orðið atom stavar frá grikskum άτομος, átomos og merkir "óbýtandi". Teir gomlu grikkararnir hugsaðu sær atomið sum tann minsta eindin, nakað kundi býtast í. Í dag vita vit at atomini eru sett saman av smáum elementarpartikklum: Protonum, neutronum og elektronum. Eisini hesir elementarpartikklar eru samansettir av aftur minni partum. Ein samanseting av atomum verður kallað ein evnasambinding. Dømi um evnasambindingar eru mýl og sølt.