Atlantic Airways
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Atlantic Airways (føroyskt Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Stjórin í Atlantic Airways er Magni Arge. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur í Kastrup og á flogvøllinum í Vágum.
- Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.
- Atlantic Airways fekk Ársins átak í 2004.
- 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
- 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100.000.
- 15. juni 2004 - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
- 10. oktober 2006 - Ein vanlukka í Stord (Noregi) kravt fýra mannalív.
[rætta] Útvortis ávísing
- atlantic.fo
- Airliners.net - Atlantic Airways (nógv myndir)
- Atlantic Airways. Í: Faroe Isles Review nr. 1/1991